Rennið dreingir!

Orð: Louis Zachariasen
Lag: Gunnar Mikkelsen

Rennið dreingir, yvir eingir
mennið tykkum við hvønn keik,
snarur fótur, tankar fljótir
gerast við hvønn dystarleik.
Sýnið so at dreingir duga,
fremjið leik av fullum huga:
Fyri B36, fyri B36!

Dystur gongur, eingin longur
skilir hvussu stendur til.
Spark á grundum, eydnan stundum
báðar vegir fara vil.
Spælið dreingir, siðiliga,
standið væl og manniliga:
Fyri B36, fyri B36!

Harðnar leikur, siðsti keikur,
mannamúgvan gongur kyk.
Dreingir renna, æðrar spenna
til at taka síðsta dik.
Aftur fram teir bóltin senda,
jú, tað gekk – og leikin henda:
Vann B36, vann B36!

FavoriteLoadingGoym tekstin