Reyparin

Tá eg sum ungur fór til skipas, tað var umborð á slupp,
men hetta dámdi ikki mær, so skjótt eg segði upp.
Í farmasigling fór eg so út í tann stóra heim,
og upplivdi har mangt og hvat til álvara og gleim.

Vit reikaðu so víða um á knøttinum íkring,
og tann, sum er úti um seg, upplivir ymisk ting.
Í New Orleans vit høvdu eina rimmar apufest
á tredivu á norðurbreidd og níti stigum vest.

Sigarirnar av Cuba eru kendar víða hvar,
ja, hvar tú ert í heiminum, so manst tú finna tær.
Men í Havanna genturnar var tað, mær dámdi best
á trýogtjúgu norður breidd, og átti-trimum vest.

So vóru vit í Murmansk uppi til at lossa kol,
eg svørji, at eg havi ikki vitjað verri hol.
Eg gleddi meg so hjartaliga til at gera leyst
og rýma burt frá sekstiníggju – trítifýra eyst.

Nei, annað var Valetta undir Miðalhavsins sól,
so flógvar vóru genturnar og dugdu reiða ból.
Vit kappaðust um, hvør ið kundi slættar leggja flest
á trítisek á norður breidd og umleið fjúrtan eyst.

FavoriteLoadingGoym tekstin