Reytt og svart

Orð og lag: Heri Nolsøe

Vit halda við HB, vit fylgja við tær,
til Havnina ofta tú sigurin bar,
í rokmiklum dystum tað mangan stóð á,
á máltalvu tíðum tó sigurin sá.

Tí reytt, svart er okkum kært,
til sigurs hava ofta seg bart,
í kappingum ovast á tindunum vart,
vónandi framtíðin lýsir tær bjart.

Ítróttarandin hann hevjast skal hátt,
tá HB á leikvøllum vísir sín mátt,
og viðhaldsfólk rópa og geyla so snjøll,
tey hoyrast í bygdum um dalar og fjøll.

Tí reytt, svart er okkum kært,
til sigurs hava ofta seg bart,
í kappingum ovast á tindunum vart,
vónandi framtíðin lýsir tær bjart.

Og nú út í heimin teir fara á flog,
ein nýggj tíð er byrjað, tað ber okkum boð,
at altjóða kapping hon krevur sín mann,
í hjørtunum HB-kyndilin brann.

Tí reytt, svart er okkum kært,
til sigurs hava ofta seg bart,
í kappingum ovast á tindunum vart,
vónandi framtíðin lýsir tær bjart.

Vit halda við HB vit fylgja við tær,
til Havnina ofta tú sigurin bar,
í rokmiklum dystum tað mangan stóð á,
á máltalvu tíðum tó sigurin sá.

Tí reytt, svart er okkum kært…

FavoriteLoadingGoym tekstin