Ríkdóm, æru og gleði – sál, áh, søkir tú tað

Orð: Mary Ann Kidder
Lag: Frank M. Davis
Týtt: Victor Danielsen

1. Ríkdóm, æru og gleði – sál, áh, søkir tú tað,
men ei sess við teim frelstu í tí æviga stað?
Har í lívsins bók, vinur, har hvørs Guds barns navn var –
hoyr eitt álvarsamt spursmál: Er títt navn skrivað har?

Niðurlag: Er títt navn skrivað har,
har hvørs Guds barns navn var,
har í lívsins bók, vinur,
er títt navn skrivað har?

2. Víst er synd tín sum sandur, víst er reyð hon sum blóð,
men hitt frelsandi blóðið hana út strikar tó;
um tú tekur mót honum, sum eitt sinn hana bar,
verður stað títt í Himli og títt navn skrivað har?

3. Áh, eg hugsi um staðin, sum mín sál skjótt skal ná,
har tey sælu øll eru, og har Jesus tey sjá,
har hitt illa ei kemur, og har gleði bert var –
dýra sál, fá at vita: Er títt navn skrivað har?

FavoriteLoadingGoym tekstin