Ritukvæðið

Orð: Kjartan Hoydal
Lag 1: Elvira Madigan
Lag 2: Svenskt fólkalag

1. Syrgilig er henda søga,
gloymið hana aldri meir,
um tvey skip um fjørðin grøva,
sjúk av ást, sum tú og fleir’.

2. Ritan tekkilig og deilig
dandandi á báru reið,
rund og lendabreið og hyldlig,
vitjar Skopun – Havnarkei.

3. Ternan gloymdi sína rutu,
hvørja ferð, ið Ritan sást.
Syngjandi um bógvin brutu
aldur, sungu bert um ást.

4. Uttan fyri Havnarmola
hittust tey so mangan dag.
Har var gaman í at trola,
eingin hevði nakað sæð.

5. Men ein dag, tey aftur vendu,
Ternan misti vald á sær:
Nevið inn í Ritu rendi,
deyðiligur kossur var.

6. Mikil gangur, róp og skolan,
tá ið Ritan sundur støkk,
deyðasærd vann inn til molan,
har hon sum ein steinur søkk.

7. Ritan nú í Álakeri
fúnar, neyðars hjartað brast.
:/: Hetta tær tann læra veri:
Kyss tú ongantíð ov fast :/:

FavoriteLoadingGoym tekstin