Røddir

Rani Nolsøe
Orð og lag: Rani Nolsøe

Røddir hoyrast barmi í
sum tosa – tagna ongantíð

Hurðar ríkja í míni búð
sum aldri kunnu latast upp

Í kroppinum ein kvinna
brosandi og kær
sum aldri eg kann vinna
men sum ikki vil úr mær

Blómur spretta í lívi brátt
sparka sárt mín hjartadrátt

Og sterki tregin í míni sál
sum aldri, aldri nær á mál

Í kroppinum ein kvinna
brosandi og kær
sum aldri eg kann vinna
men sum ikki vil úr mær

Í eygunum ein skuggi
her og hvønn ein dag
litar alt eg síggi
mær fjalir síðsta lag

FavoriteLoadingGoym tekstin