Róður í hond

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Tú sangst eitt so vakurt
Viðmerking: Yrktur í sambandi við tilboðið um heimastýri og blokkstuðul, sum føroyingar høvdu fingið frá donsku stjórnini í 1903 og sum í 1906 førdi til politiskt flokkabýti á løgtingi.

1. Sælt ljóðar eitt boð
yvir fjallbygdu strond:
Tak, føroyingur, sjálvur títt róður í hond!
Sýn øðrum, tú eigur tær treysti og mátt!
Vind skeiðanna seglið í húnar hátt!

2. Lat merkini blaktra – nú blæsur hann væl.
Fram frímenn, fram “krossmenn”, nú muna tað skal.
Tað, fedrarnir góvu, er halgað og vígt,
og fagurt er heimið, ið teir hava bygt.

3. Hoyr, eggjandi ljóð tónar víða um hav:
Nýt, føroyingur, landið, tær alfaðir gav!
Ger verkið til fulnar, tær fræls-andi beyð,
og et ikki longur náðinnar breyð!

4. Lat dvørgarnar týnast, nú lýsingin er!
Nú kvøða tær bylgjur um øldgomlu sker.
Nú suðar um tindar – tað dunar í nánd:
Tak, føroyingur, sjálvur tær róður í hond!

FavoriteLoadingGoym tekstin