Rógvi mús

Orð: Anker Eli Petersen og Terji Rasmussen
Lag: Terji Rasmussen

Hey, eg eiti Rógvi
og eg rógvi í einum skógvi
rógvi imillum stein í á
ofta váta stórutá

Mær dámar bæði kjøt og ost
men eri tó til allan kost
róði manga langa leið
út frá míni pinkulítlu kei

Ja, hann eitur Rógvi
hann rør í einum skógvi
rør ímillum stein í á
vætir sína stórutá

Eg eigi mær ein gummiskógv
rógvi út á bláan sjógv
stevni út á bylgju blá’
við míni vátu stórutá

FavoriteLoadingGoym tekstin