Rósa

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe

Rósa er nú ferðaklár, vit fylgja henni á leið,
hon sleingir glað ein síðsta muss, og skipið fer frá kei,
umborð er hýrurin góður, á sjónum er púra slætt,
Rósa finnur sítt kamar og fer upp á aðru hædd.
Tónleikur í barrini “Toi et moi, on dance?”
hansar’ djúpu brúnu eygu vekja hennara ans (..)
so væl, sum blómurnar anga, dansar Rósa kát,
til hon kyssir ein vanga, tey setast niður til prát

Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

Hann sigur frá síni søgu á fronskum, so frætt sum hann kann,
eg búgvi nú í Belgia, mítt land er Afganistan,
eg var júst fyltur fjúrtan, og lítið eg fataði tá,
eg átti tveir eldri beiggjar, eg hoyrdi, las og sá,
tað komu túsundtals hermenn frá grannum í “norðeyst”,
og Rósa, kennir tú nakran, sum vil hava slíkan gest.
Í bardøgum mist havi eg landsmenn, eg sjálvur fór í eksil,
og hóast eg búgvi í útlegd, til land mítt eg heimaftur vil.

Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

Rósa sá seg sjálva spæla við á og sand,
sum barn var heimurin bygdin, sum ung eitt oyggjaland,
nú hevði hon hug at ferðast, út at síggja seg um,
og luftin kann vera vøkur, um tú siglir úr mjørkanum.
Men undir tí bláa himli er stríð, armóð og neyð,
í dølum og fjallalíðum er kampur um frælsi og breyð,
í vatni og ljósi hvør blóma, sum sleppur at vaksa í frið,
kann Rósa tað besta bert vóna fyri sítt ættarlið.

Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin