Rósan og summarfuglurin

Orð: Florence Broderick
Lag: Rosen og sommerfuglen

Tann síðsta rósan stóð á kvøldi blá,
tá hon tann síðsta summarfuglin sá.
Nú er várt vakra summar enda brátt,
og fyri vindin flúgva bløð míni smátt.

O summarfuglur ver tú her hjá mær,
tá stormur herjar yvir land og hav.
Men nei, hann hoyrdi ikki, hvat hon bað,
hann lyfti veingirnar og fleyg avstað.

Hann fleyg og fleyg. Tá kvøldið kom á glið,
hann angraði, til rósu vendi við.
O rósa, kanst tú fyrigeva mær
alt ilt, ið eg júst havi gjørt móti tær.

Ov seint, ov seint, tí nú var rósan deyð,
eitt ból av tornum summarfuglin beyð.
Tí hendi tað, tá sól í eystri rann,
ein deyðan summarfugl hjá tornum tú fann.

FavoriteLoadingGoym tekstin