Rottur

Hans Andrias DjurhuusAnnika Hoydal
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Annika Hoydal

Raa-ba-ba-ba
Raa-ba-ba-ba
Ra-ba-ba-ba-baa, ba-ba-ba-baa
Ra-ba-ba-ba-baa, ba-ra-ba-ba-ba-baa-baa
Ra-ba-ba-ba-baa, ba-ra-ba-ba-ba-baa

Rottur gnaða,
rottur spjaða.
Rottur gnaða – rottur spjaða.
Rottur gera stóran skaða.
Rottur gera stóran skaða.

Rottur slíta,
rottur spýta,
eta tað, ið onnur drýta.

Trýnisslaknar,
halanaknar –
hvørva, tá ið maður vaknar.

Ennisbrattar –
fótum lættar.
Høvdu vit bert rottukattar.

FavoriteLoadingGoym tekstin