Royndir gerast gull

Victor DanielsenVictor Danielsen
Orð: Heine Lützen
Lag: Keith Green

Hann leiðir meg á greiðan veg,
har royndir gerast gull,
hann dró meg inn til sigurin,
tað var jú frelsa full.

Ei havi eg uppiborið,
hvønn skatt av tínum orði,
tú reinsar lívið mítt,
at vera lín so hvítt.

Tað eyga sær,
ei kemur nær,
at greina út títt ráð,
eg royndi finna vísdómin,
og hvar ið leið tín lá.

O, Gud, fyrigev tú mær,
eg taki vald frá tær,
men tú gavst mær kvirruna,
at hoyra tína rødd.

Mín Harri verð mín Kongur her,
og songur allatíð,
tín kærleik her eg fann,
tí er, mín sál av sonnum frí.

Hann boyggir meg,
og vísir veg,
ein hátt at náa hædd.
Eyðmýkja meg, mítt egna eg,
og geva upp mín rætt.

Alt tað eg gav frá mær,
man fríðka krúnu har,
bert tín frið, tín kærleiki,
í ævir varar við.

Hann leiðir meg,
á greiðan veg,
har royndir gerast gull.

FavoriteLoadingGoym tekstin