Roynt eg havi heimsins brunnar

Orð: C.W. Waggoner
Lag: Carl Harold Lowden
Týtt: Henny Gerðalíð
Upprunaheiti: Christ is not a disappointment

1. Roynt eg havi heimsins brunnar,
vatnið, sum úr teimum rann;
tosta mín teir ikki sløktu,
brostnar brunnar bert eg fann!
Allar keldur, sál mín royndi,
nøktaðu ei hjartans trá.
Kristus eina tostan sløkti,
frið fekk hjartað honum hjá!

Niðurlag: Kristus ongan ger til skammar!
Gleði, frið mær gevur hann.
Hjartans djúpa longsil stillar
– hvílu hann bert veita kann!
Roynt eg havi hann og sannað:
Alt í øllum mær hann var!
Kristus ongan ger til skammar!
– Meir enn alt hann roynist mær!

2. Heimsins stuttleika eg royndi,
stuttur, stokkutur hann var,
svikafull var henda njótan,
ikki gagnlig var hon mær.
Allir brunnar gjørdust turrir,
lívið tómt og sálin svong!
Men nú Jesus hjartans streingir
stemmar mær til nýggjan song!

3. Freistaður at ivast var eg,
tí mær alt ímóti gekk!
Men hann bíðaði í tolni,
góðsku hans eg kenna fekk.
Hjartadyrnar læt eg upp og
royndi lyfti hans og fann:
Kristus ongan ger til skammar,
sum seg lítur fult á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin