Rúmdardrongurin

Orð og lag: Orka

Eg eri føddur av nýggjum
Eg eri úrreivdur
Eg eri komin niður úr trøunum
Eg havi stoypt mær mín egna gud

Nú er tíð at siga farvæl til rúmdardrongin
Nú er tíð at siga farvæl

Eg havi kastað hamin
Eg havi smakkað blóðið
Eg blívi yngri og yngri
Eg ferðist í rúmdini

Nú er tíð at siga farvæl til rúmdardrongin
Nú er tíð at siga farvæl
Nú er tíð at siga farvæl til rúmdardrongin
Nú er tíð at siga farvæl

FavoriteLoadingGoym tekstin