Rundferðin

Orð og lag: Grandmas Basement

Vit sótu har í stovuni og vit høvdu eina lítla fest
vit drukku øl og brennivín, tað er tað ið okkum dámar best.
Eg fór so upp á barrina og keypti ein dupultan av gin
eg sat so har og hyggaði mær og so kom kenningin.

Tað so stuttligt var at sita har og drekka sum eitt býtt og
um tú skalt á barr so kom til Klaksvíkar, so kanst tú prøva nakað nýtt.

Eg var í Barok og keypti ein drink, tað var eitt fríggjakvøld
eg í pubquiz vann eina kannu av øl – sum hon var góð og køld.
Eg var á veg í Maverick at syngja og spæla guitar
eg drakk ein snaps og sang ein sang hjá Nirvana “come as you are”.

Tað so stuttligt var at sita har og drekka sum eitt býtt og
um tú skalt á barr so kom til Klaksvíkar, so kanst tú prøva nakað nýtt.

So fór eg í Klubban ein túr og hurðin hon var so smøl
eg sá at tað rullaði fyri mær, nú mátti eg drekka meira øl.
Men nú var klokkan vorðin so nógv, at kvøldið endað var
eg mátti fara at leggja meg og sova rúsin av mær.

Tað so stuttligt var at sita har og drekka sum eitt býtt og
um tú skalt á barr so kom til Klaksvíkar, so kanst tú prøva nakað nýtt.

FavoriteLoadingGoym tekstin