Rúsdrekkakannan

Lag: Havnarmarsjurin
Viðmerking: Skal syngjast við nógvari ferð

Um tú skalt kontrollera, um tín heili er av stál,
so skalt tú bara nýta várt kæra móðurmál.
Tú brettir tær og ger nú klárt, tín tunga fer á rull,
um eina løtu síggja vit, um tú ert vorðin full,
um eina løtu síggja vit, um tú ert vorðin full.

Men lat nú okkum royna, hvussu ið tit megna slíkt,
og lat tað ganga skjótt, tí várt móðurmál er ríkt.
Tá flugufríir fløtabollar flúgva frítt í flokk,
fær flugufangarin hjá frúnni Fíu frían brokk.

Tá fiskimaður Frits til kundan teskar »leska fisk«
og setir fýra fløt føt á diskin, fiskin fyrst.
Og fær sær eina stráskrá upp í skuffuna, men tá
í klistripottum, pláturkassum, bispsins slips hann sá.

Tá kappin klappast, knappast, kappast regn og kavaæl,
á klappjakt, taktfast klappast bróta brot so líkasæl.
Fær prestur gestir, lestur festur fast á fótablað,
Rapport kort puha ba ba, pa puhababa er tað.

Fý fyllibyttir, her ein enda henda vísa fær,
og hóast fløkt og illa røkt várt móðurmál tú sær.
So lyft tú glasið upp, mín vinur, skála bert við lít,
í baklás tungan fara kann, um tú ei ert so skít.

FavoriteLoadingGoym tekstin