Sáa út á morgni og í middagshita

Knowles ShawVictor Danielsen
Orð: Knowles Shaw
Lag: George A. Minor
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Bringing in the sheaves

1. Sáa út á morgni og í middagshita
og á kvøldartíma Orðsins góða sáð!
Sáa út í trúnni, heystartíðin nærkast,
tú skalt koma glaður, bera bundi tá!

Niðurlag: :,: Bera bundi inn, bera bundi inn,
tú skalt koma glaður, bera bundi inn. :,:

2. Sáa, tá ið sól er, og tá mjørkin køvir,
ræðst ei storm, ei kulda, halt í trúnni á!
Skjótt er dagur liðin, hvíldartímin inni;
tú skalt koma glaður, bera bundi tá.

3. Far tá, um við tárum, sáa fyri Harran,
far um tú ei tøkk, men háð og hat skalt fá!
Stríðið er brátt liðugt, síðsta tárið runnið;
tú skalt koma glaður, bera bundi tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin