Sáðið, tú sáar, tá morgun svann

Philip P. BlissVictor Danielsen
Orð: Emily Sullivan
Lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Sáðið, tú sáar, tá morgun svann,
sáðið, tú sáar, sum dagur rann,
sáðið, tú sáar á kvøldartíð,
sáðið, tú náttmyrkri sáar í –
áh, summarið líður, heystið kemur!
Hvør ávøkstur verður tá?

Niðurlag: Sáað um dag ella dimmastu nátt,
sáað í máttloysi ella í mátt –
ilt grør av illum, av góðum gott –
tíðin fer, og koma skal heystið brátt.

2. Sáðið, ið fellur, har breyt er hørð,
sáðið, ið fellur í gaddajørð,
sáðið, ið fall, har sum illgras stóð,
sáðið, ið fellur, har mold er góð –
áh, summarið líður, heystið kemur!
Hvør ávøkstur verður tá?

3. Sáðið, ið volda man sorg og sút,
sáðið, ið dríva man vitið út,
sáðið, ið spilti eitt navn fullgott,
sáðið, ið volda man skomm og spott –
áh, summarið líður, heystið kemur!
Hvør ávøkstur verður tá?

4. Sáðið, ið fall, meðan stríðið brann,
sáðið, ið fall, meðan grátur rann,
sáðið, ið vónina við sær bar,
sáðið, í trúskapi sáað varð –
áh, summarið líður, heystið kemur!
Hvør ávøkstur verður tá?

FavoriteLoadingGoym tekstin