Eg saðlaði mær ein hvítan hest

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Peter Alberg

1. Eg saðlaði mær ein hvítan hest – móti vári –
so reið eg tær leiðir, sum eg kendi best.
Fagurt skein sólin, mær vindurin streyk gjøgnum hárið.

2. Døggin hekk grasi og urtum á – móti vári –
men hvar eg mær vendi, og hvat ið eg sá,
hitti meg longsilin, mær hevði fylgt alt árið.

3. Var eg í borgum í veitslunnarhøll – móti vári –
og reið eg mær fram yvir várskrýddan vøll,
kendi eg nerva meg longsil – so djúpt bar eg sárið.

4. Sum nú mín vandi sigrandi var – móti vári –
tá møtti so føgur ein ungmoy mær.
Hana eg kysti á varrar og kysti á hárið.

5. Tá fyrsta skilti eg vársins lag, – nú tað várar –
mín gangari rann, meðan fróur eg kvað:
Gloymdar so eru tær kenslurnar tungar og sárar.

6. So fróur eg ríði mín fljóta hest – fram í várið –
hon fylgdi mær, moyggin, ið mær unnar best.
Bjart skínur sól, okkum vindurin fer gjøgnum hárið.

FavoriteLoadingGoym tekstin