Sæð eg havi Guðs Son, mannin úr Galile

Orð: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Han har sonet min synd, Han tok straffen på Seg

1. Sæð eg havi Guðs Son, mannin úr Galile’,
havi kent Hans guddómligu makt;
eygu míni upplæt Hann og nú síggja kann eg:
Tað er satt, tað sum Hann hevur sagt.

Niðurlag: Mína synd Jesus bar,
fyri meg særdur varð,
so at liva eg kann fyri Hann.
Aldri fata eg kann
tað, sum Jesus mær vann,
men eg veit, hvat í Honum eg fann.

2. Sum ein ránsmann teir krossfestu Jesus, mín vin,
men í deyðanum sigur Hann vann;
í Guðs kraft reis Hann upp, galilearin hin,
á, hvør Meistari stórur er Hann.

3. Tá í iva og mistreysti sál mín er stødd,
vegin hylur eitt myrkur so stórt,
djúpt í sál míni kenni eg tá Harrans rødd,
og eg minnist hvat Hann hevur gjørt.

4. Ein dag standi eg har á tí Himmalsku strond
síggi Jesus – og kend andlit mong
Honum prísa, sum frelsti og loysti øll bond,
Honum syngi eg tá henda song:

FavoriteLoadingGoym tekstin