Sæl er mín sál nú og alla tíð

Orð og lag: Charles E. Moody
Týtt: Petur William Háberg

1. Sæl er mín sál nú og alla tíð,
hvílir við krossins fót,
Jesus gav hjarta mínum frið,
frelsu og sálarbót.

Niðurlag: Sæl er mín sál,
sæl allar ævir,
sæl er mín sál,
hvílir við Kristi kross.

2. Sæl er mín sál – myrkrið svunnið er,
bondini eru loyst.
Tyngda sál, kom og fá í dag
frelsu og frið og troyst!

3. Sæl er mín sál – hvør ein stund, sum fer,
ber mót tí ljósa stað.
Sorg og stríð – alt er burtur tá,
undurfult verður tað!

FavoriteLoadingGoym tekstin