Sæl er sálin

Victor Danielsen
Týtt úr donskum: Victor Danielsen

Sæl er sálin, sum Frelsaran hevur til vin,
eigur ogn sína Harranum hjá!
Eingin tunga fær sagt frá tí gleði, tí trygd,
sum hans vinur fær Harranum frá;
hesin friður er mín, og eg stýri nú inn
í ta havn, sum hans náði mær vann,
eg í trúnni fekk lut í hans lyftum og tí
kann í øllum meg líta á hann.

Ja, ein Himmal tað er vera Jesusi nær,
seg at hvíla sum barn við hans bróst,
vera frelstur úr deyða, úr vanda, úr synd,
eiga alt tað, sum lívið gerljóst;
tí Gud elskaði meg, og hann valdi meg út,
gav í deyðan sín Son fyri meg,
og hann trúnna mær veitti og unti mær tað,
at í øllum á hann líti eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin