Sælasta vissa, Jesus er mín

Orð: Fanny Crosby
Týtt: Edmund í Garði
Upprunaheiti: This is my story, this is my song / Han er min glede, Han er min sang

1. Sælasta vissa, Jesus er mín,
Hann er mín Hirði, nevnir meg Sín.
Sælasta vissa, bjartasta mál,
Jesus meg keypti, likam og sál.

Niðurlag: Jesus, mín gleði, lovsongur mín
ljóða skal altíð, altíð til Tín!
Heima hjá Guði æviga tíð
sál mín skal frøast fegin og frí.

2. Alt gav eg Honum, alt tá eg vann,
frelsunnardagur ljósur upprann!
Himmalin opin, einglar frá Guð’
boðaðu foldum dýrasta lut.

3. Nú kann eg hvíla, sálin er glað,
tí eg í trúnni klárt havi sæð:
Hjartað er tváað, goldin mín skuld,
synd mín í havsins dýpi er huld.

4. Fyltur við Anda, kærleikans makt,
doyptur úr erva, sum Hann hevur sagt!
Eldur á tungu, eld í mítt bróst,
Hann hevur fylt meg, gjørt alt so ljóst.

FavoriteLoadingGoym tekstin