Sælur er maður

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag: Ísólfur Pálsson
Viðmerking: Yrktur 20. juli 2007.

1. Sælur er maður,
sum ei finst á syndara vegi,
líkur er træi,
ið frukt ber á nátt sum á degi.
Alt, ið hann ger,
honum til signingar er,
ber honum eydnu og gleði.

2. Sælur er maður,
sum ei er í óndmanna liði,
hann er sum træið,
ið trívist við løkin í friði.
Leyv tess ei doyr,
aldin er alvegis meir,
runnin av lívstræsins viði.

3. Sælur er maður,
sum ei er í spottara slagi,
grundar Guds orð,
og sær søkir hitt livandi fæið.
Gud veit um tann
vegin, ið rættvísur fann,
aftur til paradís træið.