Særdan, blindan Jesus fann meg

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Árni Jacobsen

1. Særdan, blindan Jesus fann meg
nam við meg og sjón mær gav,
út úr Satans leinkjum vann meg,
mær í hond gav ferðastav.

Niðurlag: Áh, undur, at hann skuldi elska meg
og bjarga míni sál av syndaveg.
Á míni ferð á fold, í Himli við
eg syngi honum glaður
lovprís í allar ævir
og takki fyri sælan frið!

2. Undurfult tað er at vita,
hann, sum ævigt krýndur varð
og í hásæti skal sita,
doyði til at bjarga mær.