Særdi syndatrælur

Orð og lag: Chris Rice
Týtt: Árni Jacobsen

1. Særdi syndatrælur, fjart á vandaveg,
hoyr, Jesus kallar – ynskir hitta teg.
Áh, kom til Jesus, kom til Jesus,
kom til Jesus og liv.

2. Tína syndabyrðu lyfti hann av tær,
og við hans blóði synd tín reinsað var.
So syng um Jesus, syng um Jesus,
syng um Jesus og liv.

3. Tá sum barn tú stetlar tíni fyrstu stig,
og um tú fellur – minst, vit snáva við.
Kom, lít á Jesus, lít á Jesus,
lít á Jesus og liv.

4. Kanska tú í løtum eina kennir teg,
um stormur er og myrkt á tínum veg,
tá bið til Jesus, bið til Jesus,
bið til Jesus og liv.

5. Flýtur sálin yvir, tónar sveima hátt,
tá tær í barmi leikar hjartað kátt,
ber prís til Jesus, prís til Jesus,
prís til Jesus og liv.

6. Tá ið dagur svinnur, lívið liðið er,
tá flyt við fagnað inn í aðra verð,
flyt heim til Jesus, heim til Jesus,
heim til Jesus og liv.

FavoriteLoadingGoym tekstin