Særdur fyri meg

Orð: William G. Ovens (1. vers) og Gladys Westcott Roberts (vers 2-5)
Lag: William G. Ovens
Týtt: Brynleif Hansen
Upprunaheiti: Wounded for me

1. Særdur fyri meg, særdur fyri meg,
negldur á krossin og særdur fyri meg.
Burtur er syndin, og fríur varð eg,
einans tí Jesus varð særdur fyri meg.

2. Doyði fyri meg, doyði fyri meg,
Jesus á krossinum doyði fyri meg.
Bar syndabyrðina, loystur varð eg,
einans tí Jesus leið deyðan fyri meg.

3. Reis fyri meg, reis fyri meg,
Jesus úr grøvini reis fyri meg.
Frá deyðabroddinum frígjørdur eg,
einans tí Jesus reis upp fyri meg.

4. Livir fyri meg, livir fyri meg,
livir í Himli til besta fyri meg.
Varðveitir, leiðir meg á sínum veg,
einans tí Jesus nú livir fyri meg.

5. Tekur meg heim, tekur meg heim,
kemur skjótt aftur og tekur meg heim.
Áh, hvør ein gleði hans ásjón at sjá,
hann tá í ævir mín lovsong skal fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin