Sært tú á krossinum Jesus

Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur fyri Rituvíkar streingjakór í januar – februar 1978.

1. Sært tú á krossinum Jesus,
sært tú tað stríð, hann bar?
svikin hann var av øllum,
– gloymdur av Gudi var.
Sakleysur har Guds sonur
synd vára tók á seg.
Brotin er deyðans broddur,
tøkk, kæri frelsari!

Niðurlag: Á, mín kæri Jesus,
aldri fati eg,
at tú vildi lata
lív títt fyri meg!
Tøkk, at ljós títt skínur,
sjónskt tað er at sjá;
tøkk, at náðin vellir
enn av Golgata!

2. Sært tú ta spottarans krúnu
særandi enni hans,
veitst tú, at offurblóðið
ber tær nú lívsins krans?
Byrðu hann ber í tolni,
– øll heimsins synd har sæst;
svár var tann frelsuløta:
frelsarans hjarta brast!

3. Sært tú hans krossmerktu hendur
og hansar særdu lið?
Steðga, o sál, sum situr
neyðstødd og uttan frið.
Ber tína neyð til Jesus,
játta tú tína synd;
hann teg av náði bjargar,
reinsar í lívsins lind.

4. Skulu vit møtast har heima,
síggja vár´ brúðgóm har,
vaka vit mega, biðja,
stundin er jú so nær.
Øll tey, sum skeiðið runnu,
trína um portrið tá;
bert tey, sum her hann funnu,
skulu hans sælu sjá.