Sært tú krossin har reistan á heygnum

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Sært tú krossin har reistan á heygnum?
Sært tú mannin, sum hongur har á?
Hoyrir røddina kærleiksfult tala:
Alt er fullgjørt, tú frelsu kanst fá’?

Niðurlag: Fyri synd, fyri skomm tína bløðir,
fyri teg har Hann soraður varð!
Móti myrkursins maktum Hann stríðir,
fyri frelsu og lív vinna tær!

2. Hoyrir tú Hann í kvøl Síni rópa:
“Á, Eg tysti” frá Golgata heyg?
– Á, Hann tystir títt hjarta at eiga,
tú, sum staddur av synd ert í neyð!

3. Sært tú Forhangið Heilaga skrædnar,
tá Hann útbløddur andan upp gav?
Til Guðs Trónu Hann opnaði vegin,
tína synd stoytt í gloymskunnar Hav!

FavoriteLoadingGoym tekstin