Saknur

Orð og lag: Holgar Jacobsen
Viðmerking: Yrktur 2. juni 2014.

Beiskt eg sakni sáran, hørð er lívsins gongd
likamið so stirnað, verður lagt í mold
ætt um ætt at fella jarðarklótu frá
vita ei hvør næstur stendur
gravarbakka á.

Ofta máttleys spyrja, hví skal vera so
svarið er sjálvt lívið, tí komu vit á fold
føðast til at doyggja, tað er lívsins bland
vónandi ein fagran dag
vit síggja annað land.

Vónin er ein neisti, uggar stirdu sál
spurningin til svarið? Rukku vit á mál
hvar er hetta málið, er tað kanska til?
Deyðin tevjar slevjandi
so tætt við tína lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin