Sál, hví vilt tú ófrelst vera

Orð: George Scott Railton
Lag: H.S. Thompson
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Sinners, whither will you wander / Synder, hvorfor vil du leve

1. Sál, hví vilt tú ófrelst vera,
blind, fortapt og tóm,
allar tínar dagar bera
Harrans vreiðidóm!

Niðurlag: Deyðin kemur, deyðin kemur,
dómur aftaná;
gríp tí lívið, gríp tí lívið,
nú tað er at fá!

2. Satan vil tær stoyta niður
ævigt myrkur í;
men í dag er náði, friður,
ævig frelsa frí.

3. Hoyr nú røddina, sum ljóðar,
nú er lív at fá!
Hon til frelsu tær inn bjóðar –
dómi flýggja frá!

4. Skjótt skal Jesus koma aftur,
dagurin er nær;
tá er hesin náðiskattur
stongdur fyri tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin