Sál mín er glað, av sonnum so glað

Orð: William Petersen
Lag: Ókend/ur
Týtt úr donskum: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Jeg er så glad

1. Sál mín er glað, av sonnum so glað,
tí nú mítt heim er hitt himmalska stað.
Bert lítla stund her,
so heimá tað ber
til Jesus, mín vin! Halleluja!

2. Tyngja enn neyð og trongdir og sorg,
Jesus meg leiðir, hann er nú mín borg,
og lúðurin hátt
skal kalla meg brátt
til Jesus, mín vin! Halleluja!

3. Áh, hvør ein stund, tá borin eg skal
verða av einglum í himmalsins sal;
tá vard er mín sál
og komin á mál,
til Jesus, mín vin! Halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin