Sál mín, hví ert tú so stúrin

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Knút E. Háberg

1. Sál mín, hví ert tú so stúrin,
sig mær, hví tú ivast man?
Hvat kann fáa teg at hugsa,
at Guds náði svíkja kann?
Harrin gongur sjálvur undan,
heyggjar javnar fyri tær.
Um enn besti vinur sveik teg,
Gud tó altíð trúgvur var.

2. Alt, sum teg vil tyngja, særa,
alt, sum troyttar tína leið,
smátt og stórt, hvørt hjartans ynski
fyri Gudi út tú breið.
Spyr bert Harran, hvat ið kemur,
alt sítt besta ynskir hann,
umsorg fyri tær hann hevur,
seg avnokta ei hann kann.

3. Áh, hvør stórt at kunna siga,
nýggj tín náði hvønn dag er.
Um eg gjøgnum eld má ganga,
login ongan skaða ger.
Dýrabarur fyri Gudi,
ja, so høgt hann elskar meg,
óttast ikki! eymt hann sigur,
lat meg stýra fyri teg!

4. Sál mín, hoyr, hvat Gud tær lovar:
Um tú torir rokna við,
at hans orð og lyfti halda,
vissuliga fært tú frið.
Gjøgnum toku nú eg hómi
dýrdarríka heimið mítt,
grødda hjartað hjá tær hvílir,
til ein dag alt stríð er strítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin