Sál mín í trúnni kann síggja

Victor Danielsen
Orð: Thomas B. Barratt
Lag: Claribel (dulnevni fyri Charlotte A. Barnard)
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Give of your best to the master
Viðmerking: Yrktur áðrenn dóttirin Sussie doyði 12 ára gomul í 1904.

1. Sál mín í trúnni kann síggja
landið, har deyðin ei er,
staðin Jerúsalem nýggja,
har ei er sorg so sum her,
staðin, har lívskeldan flýtur,
har ei er myrkur og nátt –
her mong ein bylgjan enn brýtur,
har uppi tagna tær brátt.

Niðurlag: Skjótt skal hin morgun upp renna,
grøtt verður har hvørt eitt sár,
deyðan har eingin skal kenna,
av turkað verður hvørt tár.

2. Deyðin hin myrki er vunnin,
dómur er eingin nú her,
leiðin til lívið er funnin,
Himmalin upp latin er;
legg teg við byrðini tíni
tryggur í Frelsarans arm!
Eingin sum hann veit av pínu,
eingin sum hann kennir harm.

3. Freistingar mangar tær møta,
heimurin fatar teg ei;
einslig og trong var hin gøta,
Meistarin undan tær steig.
Tolin tak við tínum krossi!
Sannleiki sigrar til síðst;
merk við Guds kærleika plássið,
hann tær á fold hevur víst!

FavoriteLoadingGoym tekstin