Sál mín, ver still fyri Jesus

Orð og lag: James Mountain
Týtt: Petur William Háberg

1. Sál mín, ver still fyri Jesus,
vík aldri honum frá,
minst, at tær altíð nýtist
honum at dvølja hjá!
Hvussu skalt fram tú finna,
her sum tú einki sær,
um tú ei gongur eftir
vegnum, hann vísir tær!

Niðurlag: Tak meg í hond, áh, Harri,
leið meg tín egna veg!
Kann hann enn tykjast løgin –
heim hann tó førir meg.

2. Sál mín, ver still fyri Jesus,
halt á í trúgv og bøn!
Ljós í tíns hjartans myrkur
verða tá skal tín løn;
gev honum tað, hann gav tær,
legg bert alt í hans hond!
Hann skal teg reinsa, fylla,
við síni kærleiksond.

3. Sál mín, ver still fyri Jesus,
granska hans dýra orð!
Tá skal hann alt teg læra,
sál tíni reiða borð.
Og um tú lýðin fylgir
tí, sum tú finnur har,
skal hann av kraft og náði
meir og meir vísa tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin