Sál mína varðveit dag um dag

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Sál mína varðveit dag um dag
blóðinum í, blóðinum í!
Frá iva frelst hon veri glað
blóðinum dýra í.

Niðurlag:
Blóðinum dýra, dýra í,
reinsað og grødd verður sál mín í tí!
Varðveit, Frelsari, meg hvønn dag
blóðinum dýra í!

2. Ein syndari bert frelsast kann
blóðinum í, blóðinum í;
sín Frelsara bert kennir hann
blóðinum dýra í.

3. Mítt hjarta varðveit heilt hjá tær,
blóðinum í, blóðinum í,
og Andans fylling unnist mær
blóðinum dýra í!

4. Veit Andans ávøkst, hjartafrið
blóðinum í, blóðinum í,
og goym meg allar ævir við
blóðinum dýra í!

FavoriteLoadingGoym tekstin