Sál, sum eitt sinn var so eydnusom, glað

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Sál, sum eitt sinn var so eydnusom, glað,
leikandi ljós leið tín var;
sig mær, á, sál, hvussu er tað í dag,
er alt bert minnir hjá tær?

Niðurlag: Tonk, hvussu glað ið tú var’,
tá Jesus byrðuna bar!
Kanst tú ta tíðina gloyma?
Tonk, hvussu glað ið tú var’!

2. Hevur tú syndbikarið aftur tømt?
Fallin í Djevulsins garn?
Frelsarin enn tó teg kallar so eymt,
søkir sítt burtvilsta barn.

3. Einsom og misskilt tú gongur tín veg,
sál, sum so eydnurík var’;
vilt tú ei aftur til Hann venda við?
Eydnuna finnur tú har!

4. Systrar og brøður í bøn bíða enn,
ikki tey døma teg, nei;
ynskja bert eftir, tú eydnuna fært
og finnur aftur á leið!

Niðurlag: Enn eydnunuríkur tú gerst,
um bert til Jesus tú fert;
víga nú Honum títt hjarta,
tá eydnuríkur tú gert.

FavoriteLoadingGoym tekstin