Sál, sum ófrelst, friðleys gongur

Orð: Ókendur
Lag 1: Ludvig Mathias Lindeman
Lag 2: Herrnhutiskt
Týtt: Victor Danielsen

1. Sál, sum ófrelst, friðleys gongur,
tráar eftir frið at fá,
trúgv á Jesus, sum teg keypti!
Synd tín út varð strikað tá.

2. Lov og tøkk, at Harrin Jesus
doyði fyri teg og meg!
Trúgv bert orðinum, hann segði!
Hann skal ikki svíkja teg.

3. Hann á krossi verkið gjørdi,
rópti hart: Tað fullgjørt er!
Trúgv á Gud, og trúgv á Jesus,
sum hitt orðið segði her!

4. Trygt í Jesu favn teg kasta!
Ongan burtur koyrir hann,
sum seg í hans hendur gevur –
lít á hann, hann deyðan vann!

FavoriteLoadingGoym tekstin