Sál, sum ófrelst, friðleys gongur

Orð: Jákup Olsen
Lag: Fredrik Pacius

1. Sál, sum ófrelst, friðleys gongur,
drála ei í myrkri longur,
lat teg frelsa nú, lat teg frelsa nú!
Harrin tær nú frelsu bjóðar;
kom, nú náðiboðið ljóðar,
lat teg frelsa nú, lat teg frelsa nú!

2. Einki kanst tú sjálvur gera,
sum kann nakran frið tær bera,
trúgv á Jesus nú, trúgv á Jesus nú!
Tyngdur, troyttur enn tú gongur;
ber ei tungar byrðar longur,
trúgv á Jesus nú, trúgv á Jesus nú!

3. Jesus dómin hevur borið
fyri teg, so sigur orðið,
verkið fullgjørt er, verkið fullgjørt er!
Gud tey boð tær letur bera:
Einki eftir er at gera,
verkið fullgjørt er, verkið fullgjørt er!

4. Vinur, minst, at tíðin rennur,
kom, nú Andans kall tú kennir,
kom í dag, í dag, kom í dag, í dag!
Ver nú frelstur! Stundir svinna;
enn er náði frí at vinna –
kom í dag, í dag, kom í dag, í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin