Sál, tú sum ferðast her niðri

Orð og lag: Ókendur

1. Sál, tú sum ferðast her niðri
fram uttan vón tína ferð,
steðga nú ferðini, lýð á
Orðið ávarandi her:

Niðurlag: Hvat vilt tú gera við Jesus?
Svara á spurningin, tú!
Skjótt náðitíðin er runnin,
gríp hesa stundina nú!

2. Einki títt órógv kann stilla,
lukkuna finnur tú ei;
syndin ei sálina mettar,
gevur ei sælu, á, nei.

3. Aldri, nei, aldri tú finnur
lukkuna, hvat tú so gert!
Úrslitaleyst vilt tú leita,
tómhentur hvar tú so fert!

FavoriteLoadingGoym tekstin