Sálarsól mín, áh, Frelsari

Orð: John Keble
Lag: Timothy Richard Matthews
Týtt: Victor Danielsen

1. Sálarsól mín, áh, Frelsari!
Nátt er ei, tá eg síggi teg;
lat ongan skugga foldum á
taka tíns andlits ljós mær frá!

2. Tá ið eg míni legu á
leggist til hvíldar, lat meg tá
við hesi hugsan sovna søtt:
Ævigt hjá tær eg veri skjótt!

3. Dvøl hjá mær altíð, lýs á meg!
Eg kann ei liva uttan teg;
og tá hin síðsta nátt er nær,
áh, meir enn áður, ver hjá mær!

4. Fátæk og sjúk lat ugga fá,
ivandi víki myrkrið frá,
troyttum unn svøvn, og lat tú meg
kenna teg nær– eg søki teg!

5. Vakjandi, veri ljós títt nær,
sovandi, vak tú yvir mær,
inntil hin sæla dag, tá eg
mettast skal av at síggja teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin