Sálir, tit, sum eftir frelsu stunda

Orð: Victor Danielsen
Lag: J. Marcussen

1. Sálir, tit, sum eftir frelsu stunda,
hoyrið eini tíðindi so góð:
Harrin frelsu hevur okkum grundað,
setti millum seg og okkum blóð!

2. Káin ætlaði til Gud at náa
gjøgnum ávøkst, henda jørðin bar;
Ábel sá, at hjálp var ei at fáa,
uttan offurlambið dripið varð

3. Gud sín Son á krossin upp læt heingja,
dýra blóðið hans til jarðar rann;
sálirnar, sum deyði, dómur treingja,
fáa frið við trúgv, við trúgv á hann.

4. Sál, ver kvik! Teir dýru tímar svinna!
Uttan hann í ævigt myrkur ber;
eingin onnur frelsa er at finna,
einki annað navn til sælu er.

FavoriteLoadingGoym tekstin