Saman mót sigrinum

Orð og lag: Eyðun Nolsøe
Viðmerking: Í 2011 skrivaði Fótbóltssamband Føroya út kapping um at gera nýggjan sang til føroyska landsliðið og vinnarin gjørdist “Saman mót sigrinum”.

1. Her búgva garpar og vænastu sprund
Virka og leita til ástar á fund
Tá fløggini veittra um vøllir og lond
Hjørtuni banka á brimbardu strond

Niðurlag: Viljin í verki
At umboða Merkið
Landið og fólkið á klettunum býr
Við styrki og megi
Huga og gleði
Saman mót sigrinum byggja vit brýr

2. Fuglur og fiskur, seyður og neyt
Stimbra hvønn vødda á ítróttarbreyt
So fagnið og gleðist hvør livandi sál
Tá okkara leikarar røkka á mál

3. Við ítróttaranda og vinnaraglóð
Brennur í barmi at verja vár tjóð
So manna við garðin um tykkara verk
Saman um vøllin tá standa vit sterk

FavoriteLoadingGoym tekstin