Samband undurfult, gleði fyllir meg

Orð: Elisha A. Hoffman
Lag: Anthony Johnson Showalter
Týtt: Petur William Háberg

1. Samband undurfult, gleði fyllir meg,
hildin trygt í Guds Jehovas hond,
ríku signingar, friðin eigi eg,
hildin trygt í Guds Jehovas hond.

Niðurlag:
Hildin, hildin
trygt, tá meg hótta álop vánd,
hildin, hildin,
hildin trygt í Guds Jehovas hond.

2. Lívsæl ferðin er mót tí fagra stað,
hildin trygt í Guds Jehovas hond,
ljós á leiðini veksur dag um dag,
hildin trygt í Guds Jehovas hond.

3. Skal eg óttast, tá fryktin burtur er,
hildin trygt í Guds Jehovas hond?
Fullan frið við Gud, sum meg uppi ber,
hildin trygt í Guds Jehovas hond.

FavoriteLoadingGoym tekstin