Sambandsfall

Orð: Ókendur
Lag: Burtur á heiði

Stigafjall rópti til Tungulíðfjall:
Hoyrdi tú ikki, at »sambandið« small?
Tað dundi í Fuglafirði!
Ein svartur veðrur á sjógvin leyp,
ein annar inn undir seingina kreyp
so hátt mettist »sambandsins« virði!

Ein bøllutur harri á gumpin datt
og kleimdi sín nýstrokna hermans hatt,
mestan lorgnettin var klovnað.
Nakkin tók í ein gluggakarm,
har mundi hann brotið dintil og arm;
reyvin var blá og hovnað.

Ein annar streyk sítt krákunev:
»Nu kniber det nok for Mikkel Ræv!
Med sorgen og klagen hold måde.«
Sebbi ørur í garðinum sprakk
»Gid fandan ta’ det forbandede pak!
Nu stander jo landet i våde.«

Prestakjóla sín dálkaði ein,
Katrin sum rotta í holini hvein;
eitt køkufat fór í smyldur.
Ringt var at kóka til sambandsmenn.
Hon gav teimum kaffi og te ísenn,
og ikki var Ólavur mildur.

Ein reyður maður í Vágum stóð,
hann hevði fyrr kvøðið sjálvstýrisljóð,
men hevði tó sleikt teimum stóru.
Tíggjumannafarið mannaði hann,
og hevði seg sjálvan til tíggjundamann.
So búnir á valg teir fóru.

Slíkur var standur tá sambandið fall.
Flennir tú ikki, Tungulíðfjall,
og lesur tú ikki í »Krossi«
Stóra bónda og Regin í Líð
teimum gerast eyguni fyrndar blíð.
Nú fletta teir sambandsrossið.

Tungulíð treiv í eitt heglingsæl
og kveitti so yvir á Oknadal:
Enn finnast frægir á landi.
Tað vardi meg altíð, eg visti tað væl,
teir fóru í brekku og settu sín hæl
og kvettu tað vanlukku bandið!

FavoriteLoadingGoym tekstin