Sami Jesus, sami Jesus

Orð: Lina Sandell
Lag: C.C. Williams, Kristian P. Ribers
Týtt: Victor Danielsen

1. Sami Jesus, sami Jesus,
sum eitt sinn við Sikars brunn
lívsins klára vatn læt flóta,
leskaði ein turran munn,
lívgaði eitt brotið hjarta,
loysti syndabond so sterk,
hann er enn í dag hin sami,
enn hann ger hitt sama verk.

2. Sami Jesus, sum í náði
hugdi arma mannin á,
sum spitalskur var og píndur,
við hans halgu føtur lá,
segði tá: Eg vil; ver reinur!
Sami Jesus enn hann er,
vil enn frelsa, fyrigeva,
grøða hvønn, ið til hann fer.

3. Sami Jesus, sum um vatnið
gekk ta myrku ódnarnátt
yvir bárubrot og aldur,
meðan stormur ýldi hátt,
sum tá segði við teir ræddu:
Óttist ikki, tað er eg!
Við tí somu friðarheilsu
talar hann við teg og meg.

4. Sami Jesus, sum av sorg hjá
øðrum so seg røra læt,
at við leiðið í Betania
hann hin dagin stóð og græt,
sum við einkjuna í Na’in,
har hon gekk so hjartasár,
eymur segði: Grát ei, kvinna!
Enn hann skilir sorgartár.

5. Sami Jesus, sum á krossi
doyði deyðan fyri teg,
sami Jesus, sami Jesus,
enn hann elskar teg og meg;
blóðið hans ger hvønn tann frían,
sum vil byggja bert á tað;
ei umskiftist hesin Jesus,
hann hin sami er í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin