Samkoman er Harrans Tempul, likam Jesu Krists hon er

Orð: Ókendur
Lag: Skjótt í skýggjunum Hann kemur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Samkoman er Harrans Tempul, likam Jesu Krists hon er,
eingin hevur rætt at telja hana her!
Andans innsigli hon á sær ber, við blóð hon vunnin er,
einans skrivað inn í Lívsins Bók hon er!

Niðurlag: Einans Jesus, Hann áleina
øll tey spjaddu skal sameina;
Harrans Samkoma, hin reina,
syngur: Keldur mínar eg í Honum fann!

2. Samkoman í Lívsins Bók við Anda Guðs er skrivað inn,
Andans leiðsla víst er henni meir enn nokk!
Sundurspjatt av Fíggindanum, bundin fast í trældóms ond,
nú vit síggja mangan rætning, mangan flokk!

3. Kristus nú eitt heim til reiðar ger til Sína Samkomu,
Brúðurin til reiðar ger seg til tann dag!
Lýtaleys sum Lambsins Brúður fyri Guð hon stígur fram,
allar ævir syngur Honum lovsong glað.

4. Fyri Guði longur fremmandir vit ikki eru nú,
men Guðs húsfólk og Guðs bústaður, sum er
á ápostlanna, profetanna og Orðsins grundvøll bygd,
meðan hornasteinur Kristus sjálvur er.

5. Helheims portur ei á Samkomu Guðs her skal fáa vald,
grundvøllur og stólpi sannleikans hon er!
Um nú einhvør oyðir Tempul Guðs, tá Guð vil oyða hann,
tí at heilagt er Guðs Tempul, – tað eru vit!

6. Tíðin komin er tá dómur Guðs av sonnum byrja skal
við Guðs húsi – merk tær væl – tað eru vit!
Hvat fer endin tá at verða fyri tey, sum ólýðin
móti Gleðiboðskapinum vóru her?

FavoriteLoadingGoym tekstin