Samkynt hjúnarlag

Lag: Petur Kúll

Nú ein morgun hendi tað,
ein so góðan heystardag,
brynjað útvarp hevði seg til langan vetur,
at úr Danmark spurdist tað,
lóg um samkynt hjúnarlag,
galda Føroyar skal. Hva’ sigur Sámal Petur?
Hansar’ støða var so greið,
til tað segði kortanei,
ikki skuldu danir hann at rilla fáa,
ást í millum konu, mann,
mæla til eg altíð hann,
men í millum tvær og tveir eg frá vil ráða.

Um í Dimmu lýsing sást,
at tveir menn í girnd og ást,
lótu bjóða og til brúðleyp teirra gera.
Fingu prest við bíbliublað
heilaga tað hjúnalag,
upp á skaparverkið fer at reparera.

Vilja teir so leið’ í ætt,
sum frá aðrastaðni frætt,
hvør er mamma, pápi, tey tá spyrja fara.
Ella annað letur lív!
Var tað maður ella vív?
Deyð er Bænadiktus, kona mín hin kæra!

Fyribrigdi eru mong,
tá seg snúgva man um song,
og um tað, sum ein í henni fram kann leiða,
maður, kona, drongur, moy,
tað er sjálvandi á leið,
menn og menn, nei, latið danir tað bert eiga.

Kvotulóg teir ordnaðu,
sjálvt um vit mót tornaðu,
máttu harraboð vit okkum lata lynda,
men geva lóg teir um at mann,
tú í bóli brúka kann,
klæða hann í skjúrt og hjúnalagi mynda,

Tá er tíð at siga stopp,
biðja ilt út yvir kropp,
sum við slíkum síðum fylla vilja landið.
Hvar er romantikkurin,
tá tað bert er »dikkurin«,
sum við øðrum »dikki« krevst til hjúnabandið.

Nei, so halgatrý og sjey,
hetta verður størri neyð,
enn øll uttanlandaskuld og milliardir.
Stuttligt er tað fyri tey,
sum sær hugna tvey og tvey,
men við samkyndum? Eg gerast vil forfardur.

FavoriteLoadingGoym tekstin