Samvitskufangin

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 1990 í samband við sangskrivarakapping hjá Amnesty International.

Dunar um tindar ein máttmikil vindur
blæsir og skræðir í míni sál,
birtir frælsisbál.

Langt burtur frælsi sum gimsteinur skyggir,
leinkjan er tung, tað er slavið og kalt,
hevði eg kunnað valt.

Men kanska at svarið í vindinum fýkur,
blæsir um bygdir, firðir og sund,
eg fái ei blund.

Síggi ei dagslýsi, síggi ei blómur,
tíðin er steðgað, alt tykist so grátt,
her er bara nátt.

Fjøtraður, gloymdur í einsemi siti,
veit mær ein tanka, kom gev mær ein kjans,
trína frælsisdans.

Tí kanska at svarið í vindinum fýkur,
blæsir um bygdir, firðir og sund,
eg fái ei blund.

Birtist nú í mær ein longsulsins alda,
fjøllini vøkur og havið so blátt,
kanska leysur brátt.

Tí Amnesty lýsir sum vitin í myrkri,
loysti tær ketur, ið leinkjaðu meg.

Tí Amnesty lýsir sum vitin í myrkri,
loysti tær ketur, ið leinkjaðu meg,
vísti frælsisveg.

FavoriteLoadingGoym tekstin