Sandavágur, heimbygd mín

Orð: Jóhannes Olsen
Lag: Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur umleið 1960 til eina vestanstevnu.

1. Sandavágur, heimbygd mín,
hon, sum ber av bygdum øllum,
eymt umgyrd av høgum fjøllum,
sum ein perla fríð og fín.
Um tú ivast, lat bert eygað
skoða runt frá strond til haga,
sást tú slíka sjón, sum tá
sólin gyllir Sandavág.

2. Sandavágur, heimbygd mín,
søgubygdin fram um aðrar,
minni títt um øldir varar,
høgd í klett er søga tín.
Torkil gamli, sum hin fyrsti,
navn sítt fast í hellu risti,
reisti fyrsta varða tín,
Sandavágur, heimbygd mín.

3. Sandavágur, heimbygd mín,
móðurmálsins føðistaður,
enn tín mentan vísum ræður,
enn man virðast lutur tín.
Valalið tú her uppaldi,
Vensil her sum piltur spældi,
reisti størsta varða tín,
Sandavágur, heimbygd mín.

4. Sandavágur, heimbygd mín,
gamli høvuðsstaður Vága,
ei eg skuldi eydnu fáa
til at lyfta skjøldur tín.
Men um evni í mær verða,
skal eg tó eitt klípi bera,
leggja undir varða tín,
Sandavágur, heimbygd mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin